Nýggjastu partarnir
- Hagtøl 2025 – Sosial viðurskifti
- Hagtøl 2025 – Psykiatrisk viðurskifti
- Hagtøl 2025 – Kynsbýti og aldur
- Hagtøl 2025 – Persónar í viðgerð
- Søgan hjá Blákrossheiminum
- Nýggjur leiðari settur á Blákrossheiminum

Datvarpið er eitt podvarp, sum Blákrossheimið framleiðir.
Datvarpið er liður í útivirkseminum hjá okkum. Í hvørjum parti verður ein DAT-førleiki gjøgnumgingin á ein einfaldan og lættan máta. Hesar partar kunnu tey, sum hava tilknýti til DAT-viðgerðina á Blákrossheiminum brúka til at uppfríska og halda fast við førleikarnar, sum hjálpa teimum at vera edrú.
Endamálið við Datvarpinum er eisini at røkka út til onnur, sum kanska ikki hava rúsnýtsluórógv, men tó kunnu fáa gott av DAT-førleikum.
Tað er Arni Zachariassen, sum er vertur í Datvarpinum. Skriva honum ein teldupost, um tú hevur spurningar ella viðmerkingar.





