Leiðbeining í samband við korona (Dagført 10. des 2021)
16. nov. 2021
So leingi sum tilmælini eru gul, eru hesar leiðbeiningar galdandi á Blákrossheiminum:
Starvsfólk og brúkarar, sum koma inn á Blákrossheimið, skulu vísa galdandi koronapass.
Hetta merkir, at tey skulu vera eitt av fylgjandi:
- Koppsett
- Testað negativ innan seinastu 72 tímarnar
- Hava havt korona
Øll tilboðini, sum Blákrossheimið bjóðar – bæði á Nesi og í Havn – skulu halda seg til hesa leiðbeining. Tilboðini eru:
- Inniviðgerð á Nesi
- Ambulant bólkaviðgerð
- Ambulantar samtalur, eisini metanarsamrøður
- Familjusamrøður
- DAT útbúgving
- PE útbúgving
Haraftrat skulu øll halda seg til almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur, sum t.d. lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk eru savnað.
- Minst til, altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, eisini tá vit eingi sjúkutekin hava.
Leggur tú merki til sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, ver so heima og lat teg testa so skjótt, sum til ber.
Dagføringar 10. des 2021:
- Tey, sum koma í ambulantan bólk á Blákrossheiminum, skulu ganga inn sunnanfyri húsið. Tey skulu halda seg í tí endanum og ikki koma saman við øðrum, sum eru í húsinum.
- Tikið verður ikki ímóti vitjandi í vikuskiftinum.