Galdandi tilmæli í samband við korona, juni 2020
10. jun. 2020
Atgongdin, sum tey, sum ynskja at vitja á Blákrossheiminum, hava, er enn avmarkað orsakað av korona.
- Eingin vitjanartíð er fyri avvarðandi í vikuskiftinum.
- Eingin óviðkomandi vitjan er loyvd.
- Eingir opnir fundir eru týsmorgun og hósmorgun.
- Útiviðgerarfundir eru týsdag seinnapart sum vanligt. Teir eru í starvsfólkahølinum. Inngongd sunnanfyri húsið. Kaffi og te verður at fáa í starvsfólkarúminum.
- Mánakvøldsfundir eru sum vanligt. Teir eru í starvsfólkarúminum. Inngongd sunnanfyri húsið. Kaffi og te verður at fáa í starvsfólkarúminum.
- Hóskvøldsfundir eru sum vanligt í Skjólinum.
Eru ivamál ella spurningar, kann ringjast til 770 770.